Privatisering av rúmdarídnaðinum

virgin galactic

Virgin Galactic

Nógv hendur innan rúmdarídnaðin hesi árini. Teir stóru spælararnir hava altíð veri USA og Russland. Seinastu árini eru India og Kina eisini farin at taka størri lut. Men eisini tættari okkara oyggjum hendur nógv innan hetta økið.

Les meira…

Finnland umsetur fyri nærum 2 mia. kr. í telduspølum um árið.

neogames.fi

neogames.fi

Í seinasta útgáva av Gratisavísini var ein grein um FT Gamejam 2013 og menning av telduspølum í Føroyum. Telduspøl eru í størsta mun ein útflutningsvøra, um hugsa verur um smærri lond eins og Føroyar.

“Neogames Finland, Hub of the Finnish Game Industry” hava júst útgivið ársfrágreiðingina fyri 2012. Vanliga telduspøl-fyritøkan í Finnlandi hevur millum 1-10 fólk í starvi. Fyri árið 2012 vóru 1.800 starvsfólk í finsku telduspæl-vinnuni, og umsettu tey hetta árið fyri €250 mió. ella nærum 2 mia. kr.

Finnar hava havt eina tøkniliga mentan í nógv ár og hetta sæst aftur í finsku spæluvinnuni, ið veksur skjótari enn altjóða marknaðurin í løtuni. Finnar standa millum annað handan spælið Angry Birds, ið hevur verið tikið niður fleiri enn 1 mia. ferðir.

Les alla frágreiðingina

Føroyingar gera telduspøl

© Kim S Brockie

© Kim S Brockie

Uml. 120 fólk møttu upp til Føroya fyrsta GameJam event, sum  Íverksetarahúsið í Klaksvík skipaði fyri 1-2. feb. í Klingruni hjá Føroya Tele.

Les meira…

Nýggjur bloggur

Onkustaðni skula greinar, tankar og annað goymast, so hví ikki bara gera ein blogg. Kanska er hetta okkurt sum onkur kann fáa ágóðan av, kanska ikki, men so liggur tað har úti á netinum.

Góðan lesihug

Follow

Get every new post delivered to your Inbox.